XL

Finski bólkurin XL var her í sambandi við Jazzfestivalin í ´96. Norðurlandahúsið fekk tá so gott samband við teir, at tað hevur fingið eina nýggja konsert í lag, sjálvt um teir eru sera umbidnir og í løtuni mitt í eini konsertferð í Europa.

Teir skakaðu tá allar áhoyrararnar við síni merkisverdu framførslu, sum var alt annað enn tað, vanligi festivalgesturin hevði væntað sær, tá hann fór niðan at lurta eftir jazzi. Teir vóru framúr góðir snillingar á hvør sínum ljóðføri og leikskráin umfataði tónleik úr klassiskum yvir í tað garrvilla, men við einum jazzljóði, sum ikki var til at fara skeivur av . Teir nýttu spennandi elektroniska útgerð til at fáa heilt serligar ljóðmyndir fram, og tað sigst, at teir finna upp á okkurt nýtt til hvørja framførslu. Um teir bjóra nakað líknandi leygarkvøldið, so kunnu øll vera vís í, at tey ikki fara tómsint heimaftur.