XC60 – nýggjur crossover frá Volvo

Volvo XC60, sum fyrstu ferð var at síggja sum konseptbilur á bilaframsýningini í Frankfurt í september 2007, hevði heimspremieru á bilaframsýningini í Genéve fyrst í mars. Bilurin kemur á evropeiska marknaðin í heyst

Volvo XC90 fær seinni í ár ein lítlabeiggja, XC60, sum kemur á evropeiska marknaðin í heyst. XC60 er ein sonevndur crossover í eyðkendum Volvo-stíli.

XC60 líkist nógv XC90, sum er sera væl umtóktur um allan heim.

Volvo eru kendir fyri sínar framkomnu trygdarskipanir, og XC60 verður ein av tryggastu bilum yvirhøvur. Hann hevur t.d. framkomnu og intelligentu trygdarskipanina City Safety sum standard. Skipanin hjálpir bilførararanum við at umgangast álvarsligu avleiðingarnar av samanstoytum við lægri ferð, sum ofta kemur fyri í ferðsluni í býunum.

Í fyrstu atløgu verður XC60 at fáa við trimum ymiskum motorum: T6 bensinmotori við 285 hk, og tveimum D5 turbodiesel við ávikavist 163 og 185 hk. Næsta ár kemur eisini ein sera umhvørvisvinarlig 2,4 litra útgáva við 163 hk. Allar tær fyrstu útgávurnar verða 4-hjólsdrivnar, tó kemur onkur útgáva seinni, sum bert verður drivin av forhjólunum.

Volvo XC60 verður bygdur á verksmiðjuni hjá Volvo Cars í Gent í Belgia, og bilurin kemur á evropeiska marknaðin seinni í ár.

Myndatekstur