Xavi vil verða venjari

Barcelona-legendan ynskir eisini at virka í fótbóltsheiminum í framtíðini.

Í farna summari steðgaði ein sonn legenda hjá Barcelona, Xavi Hernandez, í felagnum. Xavi er í dag 36 ára gamal og spælir við Al Sadd í Qatar. Væntast kann, at Xavi ikki hevur nógva tíð eftir á sjálvum fótbóltsvøllinum, men spanski miðvallarin ynskir kortini at vera virkin í fótbóltsheiminum á annan hátt.

 

- Mítt størsta mál er at blíva venjari hjá FC Barcelona. Barcelona er felagið, har eg kenni meg heima, sigur Xavi í samrøðu við enska fótbóltsblaðið Four Four Two.

 

- Eg ynski at varðveita sambandið til fótbóltin, og eg hevði hatað at sitið og arbeitt á einum kontóri. Eg tendri altíð fótbólt í sjónvarpinum, tá ið tíðin er til tess, sigur Xavi víðari í samrøðuni.

 

Í árunum frá 1998-2015 spældi Xavi 505 dystir fyri FC Barcelona.