Sambært sponskum miðlum verður tað Xavi Hernandez, sum skal taka við í FC Barcelona, eftir at Ronald Koeman bleiv koyrdur frá.
Í kvøld stendur ein onnur legenda í felagnum á odda fyri liðnum. Tað er fyrrverandi vinstri bakkurin Sergi Berjuán. Hann er settur sum fyribils venjarog væntandi verður hann har fram til landsliðssteðgurin er av.
Sum skilst á sponskum miðlum sum Marca og AS, so er FC Barcelona í holt við at samráðast við Al Saad um at fáa Xavi leysan, so hann kann standa á odda til grannauppgerðina móti Espanyol 20. november.
Xavi hevur seinni árini verið venjari hjá Al Saad í Katar. Tað er ikki fótbóltur á hægsta stigi. Ein av teimum, sum heldur at Xavi hevur ov lítið av royndum er Hristo Stoichkov.
- Undan hesum kappingarárinum segði forestin hjá FC Barcelona, at Xavi hevði ov lítið av royndum til hetta starvið. Nú er hann svarið upp á alt. Tú skal minnast til, at Pep Guardiola hevði Johan Cruyff. Hvønn hevur Xavi, um hann tekur við? Eg ynski honum sjálvandi alt tað besta, sigur Hristo Stoichkov við TUDN USA.