X-limir úr TÝR í PUB Manhattan

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið skipar PUB Manhattan fyri ymiskum live tónleikatiltøkum. Í sambandi við at nógvar hvítar húgvur eru at síggja á gøtuni, og útisetar eru byrjaðir at koma aftur á klettarnar fer PUB Manhattan um vikuskiftið og komandi vikuskiftir at skipa fyri ymiskum live tónleiki.

 

Komandi fríggjakvøld er tað luttakarin á ársins songrødd Dánial Gomez, sum fer at framføra kendar slagarar, sum rættiliga setur lív í fjøldina. Eisini fer hann at framføra sang, hann sjálvur hevur gjørt og sum hevur verið at hoyrt á Rás 2. Dánial hevur seinastu tíðina eisini verið gestasangari hjá Vilmonnum. Dánial hevur eina frálíka rødd og er avgjørt ein persónur sum kemur at gera meira um seg her á landi.

 

Leygarkvøldið fara fyrrverandi limirnir í tónleikabólkinum TÝR, sangarin Pól Arni Holm og guitarleikarin Jón Joensen, at framføra kendan tónleik av alskyns oyrafallandi sjangri. Pól Arni er júst heimkomin til Føroyar at halda feriu, og í hesum sambandi hevur tað eydnast PUB Manhattan at fáa teir at spæla í pubbini.