X-Factor yvirtikið Gekkin

Føroyingar vilja heldur síggja X-Factor enn Gekkin, tískil hevur Sjónvarpið hjá Kringvarpinum flutt Gekkin til eftir X-Factor fríggjakvøldið Orsøkin til broytingina í skránni er allarhelst Linda Andrews.

 

- Tað er ein æra, tí tað er ikki nakað, ið sjónvarpið uttan víðari ger, sigur ein errin Linda Andrews.

 

Tað er allarhelst eydnan hjá Lindu, sum er orsøkin til, at Kringvarpi hevur valt at broyta skránna. Áður bleiv X-Factor víst tveir tímar seinni enn hjá DR, og tískil var tað neyðugt, at atkvøða meðan Dagur&Vika var víst.

- Nógv eru tey, ið hava sett seg í samband við Kringvarpi, og spurt um tað ber til at broyta skránna, tí tey gerast ørkymlaði, tá ið smsboðini skulu sendast, sigur Linda.

 

Linda hevur búð í Danmark í 20 ár, men familja hennara búgva enn í Føroyum, og hon vitjar klettarnar so ofta møguleiki er fyri tí.