Hilmar Jan Hansen
Robert McBirnie var í toppformi fríggjakvøldið, tá hann staðfesti, at hóast fríggjakvøld fyri mong er eitt X-factor kvøld, so kundu tey sæð veruligan X-factor í Sjónleikarhúsinum, ið var fullsett, nú hann á henda hátt valdi at gera eitt sindur burtur úr síni drúgvu tíð á palli.
Hetta var samstundis ein ferð ígjøgnum bæði tíð og stað, tí tað byrjaði við Red Boys. Robert og Jákup Mortensen góvu eina góða smakkiroynd av tí fyrsta á leiðini hjá Roberti, og beint aftaná var tað so Ronnie Nielsen, ið trein pallin saman við Robert, sum ímyndin av tí nýggjara.
Og so koyrdi tað annars bara slag í slag við einum góðum sangi fyri og øðrum eftir, bert avbrotið í smáum av góðum anekdotum innímillum. Settlistin var hegnisliga settur saman, so hann rakk bæði vítt og breitt, og alt tað besta, fólk kenna Robert fyri hesi meiri enn 50 árini, var at hoyra. Ikki minst, tá hann hevði tveir av gomlu Faroe Boysunum, Jógvan Dahl og Kára Mouritsen, undir liðini á sær.
Tey flestu mundu vita, at talan var um nakrar av Føroya bestu tónleikafólkum, ið løgdu botnin á pallinum, men hóast Finnur Hansen, Ólavur Øster, Arnbjørn Sivertsen, Kolbein Simonsen, Brandur Jacobsen, Malan Thomsen og Torkil Johannesen eru av evnaríkastu fólkum, so skein eisini ígjøgnum, at alt var lagt so sera væl til rættis – og tá koma góðu evnini eisini enn betur til sín rætt.
Her var eingin tilvild, men eitt vælsmurt show frá byrjan til enda, umframt at stemningurin í Sjónleikarhúsinum var ótrúliga góður. Fólk vóru týðiliga komin fyri at njóta løtuna, og tað sluppu tey so eisini, tí her osaði alt kvøldið av – ja, veruligum og langtíðarhaldførum X-factor…