Fyri einum lítlum ári síðani var Sarah Jørgensen tað stóra navnið í Danmark. Hon sang saman við Take That í Parkini og vann X Factor kappingina. Men hon er langt frá dreyminum um at liva av tónleiki og nú selir hon bamsur í Tivoli.
15 ára gamla Sarah vann í fjør X Factor kappingina, sum Danmarks Radio skipar fyri. Fleiri føroyskir sangarar hava roynt seg í hesi kapping, og nú eitt nýtt umfar av kappingini júst er byrjað, eru fleiri føroyskir sangarar aftur við.
Men hóast fólk gerast landskend í Danmark og Føroyum - eftir ongari tíð í X Factor, so er tað trupult at koma víðari eftir kappingina. Tað mugu fleiri luttakarar og vinnarar ásanna, og tað kann X Factor Sarah eisini staðfesta.
- Eg havi ikki fingið nokk burtur úr sigrinum í X Factor. Um eg hevði strítt meg sjálva upp frá botninum, so høvdu fólk helst havt størri virðing fyri mær, enn tey hava eftir mína luttøku í X Factor, sigur Sarah í sendingini Populær, sum verður send á DR HD í kvøld.
Hóast hon hevur givið tónleik út og framvegis er eitt kent andlit, so er hon langt frá dreyminum um at liva av tónleiki. Ístaðin arbeiðir hon í Build a Bear handlinum í Tivoli, har hon hjálpir børnum at seta sínar egnu bamsur saman.
Hon vónar framvegis, at hon fær ein møguleika at geva eina nýggja fløgu út, har hon kann gera tann tónleikin, sum hon veruliga kann meta sum sín egna.











