Í kvøld hevur Linda Andrews jólakonsert í Hoyvík.
Konsertin verður í auluni í Skúlanum við Løgmannabreyt, har Linda Andrews fer at syngja góðar og kendar jólasangir.
Umframt X-Factor vinnaran luttaka eisini fleiri evnaríkir ungdómar úr føroyska tónleikaheiminum.
Jólakonsertin byrjar klokkan 19.00 í kvøld.