Nýggi verturin í X-Factor heldur, at dómararnir hava eina torføra uppgávu fyri framman. Hon skilur als ikki hví so nógv eru send víðari frá audition.
Seinastu mongu árini hevur Lise Rønne verið vertur fyri vælumtóktu sendingina hjá DR. Men í fjør takkaði Lise fyri seg, og nú hevur Signe Molde tikið yvir sum X-Factor vertur.
- Dómararnir hava sent láturliga nógv víðari, sigur Signe Molde, men kortini staðfestir hon, at tað kann vera jaligt á tann hátt, at tað eru fleiri góð at velja ímillum.
Tað verður torført hjá dómarunum at skilja ímillum hvør skal víðari og ikki.
- Heili 300 luttakarar eru nú, og innan tríggjar dagar skulu 270 skiljast frá. Nógv teirra eru evnarík, so tað verður trupult, sigur Signe Molde við dr.dk.
X-Factor verður aftur á skránni í kvøld klokkan 19.00 á DR1.