Ivi hevur verið sáddur um, hvørt danska X Factor kappingin fór at halda fram, men í morgun hevur Danmarks Radio boðað frá, at tað verður enn eitt umfar við X Factor næsta ár.
4.000 fólk teknaðu seg til kappingina í ár, og sjónvarpssendingarnar settu nýggj met við umleið tveimum milliónum hyggjarum hvørja viku. Bæði í ár og onkur undanfarin ár hava føroyskir sangarar verið millum profilarnar í kappingini.
- X Factor skapar eitt rúm, har øll kunnu møtast og kjakast um, hvat talent er, um dómararnir fara um mark, um tónleikavalið er rætt, og hvør skal vinna, sigur Jan Lagermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR.
Danskir fjølmiðlar vilja verða við, at dómararnir, sum hava verið í ár, ikki hava hug at halda fram í kappingini, og millum annað hevur stóri profilurin Thomas Blachman sjálvur sagt, at hetta var hansara seinasta kapping. Men nú fæst so at vita, um álvari er í øllum hesum, tá ið dómarabólkurin verður samansettur.
Á heimasíðuni hjá DR ber nú til at tekna seg til X Factor 2013. Innleiðandi upptøkuroyndir verða í Keypmannahavn og Aarhus í heyst.