X Factor á Summar Festival

Ein av ársins finalistum í donsku X Factor kappingini og Basim fara at framføra á Summar Festivalinum í august

Í hesum døgum er X Fac­t­or fep­urin upp á tað hægsta í Danmark, og nógv­ir føroyingar fylgja eis­ini kapp­ing­ini, har føroyskir sangarar áður hava staðið seg sera væl.
Summar Festivalurin boð­ar í dag frá, at ein av fin­al­ist­u­num í X Factor kapp­ing­ini í ár fer at syngja á fest­i­val­i­num í ár. Summ­ar Fest­i­valu­­r­in ­kann ikki al­mann­a­kunn­gera navnið á sang­ar­a­num, fyrr enn eftir fin­al­una um tvær vikur.
Eisini verður ein av und­an­farnu finalistunum við á Summ­ar Festivalinum í ár. Bas­im er ein av X Factor lut­tak­a­r­unum, sum hevur klárað seg best eftir lokna kapping. Bas­im hevur givið fløgu út, og hann er í løtuni aktuellur við nýggjari stakfløgu, Ta’ Mig Tilbage. Basim hevur sein­astu tvey árini spælt á stórum festivalum í Dan­mark, hann hevur fingið vón­ir um eitt gjøgnumbrot í USA, og hann hevur eisini roynt seg sum sjónvarpsvert til Kids Choice Awards hjá Nicke­lodeoen rásini.
Lagt er tí upp til eitt ord­ans X Factor show á Summar Fest­i­val­inum, har ein av ár­s­ins finalistum og Basim fara at framføra.