X-Factor sligið met

Nýggjastu hyggjarakanningarnar hjá DR vísa, at fríggjadagin var met sligið í hyggjarum hjá X-Factor. Enn hava live-showini ikki verið á skíggjanum, men kortini hevur sendingini sligið met í hyggjarum.

Við yvir 1,718 mió. hyggjarum hevur sendingin sligið sítt egna met fyri tær tríggjar sesongirnar.

 

-Tað er ein ógvuliga góð sending, og gott undirhald, sigur Jan Lagermand Lundme, programleiðari hjá DR.

 

Hann heldur ikki, at kjakið er hart fríggjakvøld, tá ið familjur skulu gera av, hvat tey skulu hyggja eftir.

Hann sigur, at tann nýggja samansetingin av dómarum er orsøkin til, at fleiri fólk hava áhuga fyri X-Factor nú. Hann sigur seg kortini sakna Line Rafn og Thomas Blachman.