Leygarkvøldið verður eitt rimmar kvøld á Skarv, tá føroyski finalisturin í íslendsku grand prix finaluni 2009 og X-factor vinnarin í Íslandi 2007, Jógvan Hansen, vitjar Við sær á pallin hevur hann íslendingin Vignir Vigfusson, sum millum annað hevur verið við til at komponera íslendska melodi grand prix sangin ?If I Had Your Love?, sum bleiv sungin av Selmu Björnsdóttir í finaluni í Kiev 2005, og Pætur við Keldu, sum best er kendur fyri at hava luttikið í donsku Melodi Grand prix finaluni 2002.
Í Føroyum er Jógvan best kendur sum góða songrøddin í Aria og Kularrótum, og fyri nøkrum vikum síðani, sang Jógvan seg so í íslandsku grand prix finaluna. Teir tríggjir fara á pallin kl. 23 og millum 22 og 24 er ókeypis atgongd.