DR er komið til Føroya, og fríggjakvøldið verður finalan í X-Factor víst á Hvonn, har DR sendir beinleiðis frá føroyingunum, ið fylgja við Lindu Fríggjakvøldið skal vinnarin av X-Factor finnast, og í hesum sambandi ger DR eyka nógv burturúr.
Fríggjakvøldið verður X-Factor víst á stórskíggja á Hvonn, og hesum ætlar DR at senda beinleiðis frá. Eitt lið av sjónvarpstøkningum eru komin til Føroya, til tess at vísa Lindu hennara stuðul úr Føroyum. Sent verður beinleiðis úr Hvonn fríggjakvøldið, meðan føroyingar fylgja spentir við X-Factor.
Øll eru vælkomin í Hvonn fríggjakvøldið, har X-Factor sum nevnt verður víst á stórskíggja.










