Á skránni verður Lovsangur, vitnisburður, Sigurður Ingimarsson (Siggi v/bólki) syngur, og okkurt gott til matna verður eisini at fáa.
Sigurður Ingimarsson er, saman við føroyski konu hansara Rannvá Olsen úr Tórshavn, leiðari í Frelsunarherinum í Reykjavík.
Sum tónleikari og sangari er Sigurður, við eyðkendu rokk/bluesrøddini, framúrskarandi. Hann hevur ferðast á tónleikapallum í Íslandi og hevur spælt saman við bestu tónleikarum í Íslandi.
Í 2007 luttók hann, saman við eitt nú Jógvani Hansen úr Klaksvík í íslendsku tónleikakappingini X-factor. Hetta var tað árið, Jógvan Hansen vann kappingina.
Gjøgnum X-factor er Sigurður blivin landskendur í Íslandi, og tað sum hevur gjørt hann so sermerktan er, at sjálvt um hann er blivin landskendur, so er Sigurður ógvuliga greiður yvir sín egna málsetning, sum er at siga fólki frá og syngja um Jesus.
- Kom og ver við til eitt ógloymandi kvøld í Frelsunarherinum í Tórshavn, sigur Frensunarherurin í tíðindaskrivi.