X Factor sangarar á Summar Festival

Ein av ársins finalistum í donsku X Factor kappingini og Basim fara at framføra á Summar Festivalinum í august. Í hesum døgum er X Factor fepurin upp á tað hægsta í Danmark, og nógvir føroyingar fylgja eisini kappingini, har føroyskir sangarar áður hava staðið seg sera væl.

 

Summar Festivalurin boðar í dag frá, at ein av finalistunum í X Factor kappingini í ár fer at syngja á festivalinum í ár, men festivalurin kann ikki almannakunngera navnið á sangaranum, fyrr enn eftir finaluna um tvær vikur.

 

Eisini verður ein av undanfarnu finalistunum við á Summar Festivalinum í ár. Basim er ein av X Factor luttakarunum, sum hevur klárað seg best eftir lokna kapping.

 

Basim hevur givið fløgu út, og hann er í løtuni aktuellur við nýggjari stakfløgu, Ta? Mig Tilbage.

 

Hann hevur seinastu tvey árini spælt á stórum festivalum í Danmark, hann hevur fingið vónir um eitt gjøgnumbrot í USA, og hann hevur eisini roynt seg sum sjónvarpsvert til Kids Choice Awards hjá Nickelodeoen rásini.

 

- Lagt er tí upp til eitt ordans X Factor show á Summar Festivalinum, har ein av ársins finalistum og Basim fara at framføra, verður sagt í tíðindaskrivi.