X-Factor og Kenny Rogers á Rás2

Seinnapartssendingin hjá Rás2 fer at verða merkt av tónleiki Kl. 15.15 kemur Cutter í Rásarúmið, fyri at tosa um stóru og forkunnugu konsertina, sum skal verða við Kenny Rogers í næstum. Vit fara sjálvsagt at hoyra nøkur av kendastu løgunum hjá Kenny Rogers.

 

Vit fara eisini at fáa eina meting frá Jákupi Mørk um hondbóltsumfarið hjá kvinnum og monnum, sum verður spælt um vikuskiftið.

 

Í tímanum millum kl. 16 og 17 verður sjóneykan sett á X-Factor. Ringt verður til Seest, sum mong halda av órøttum var sendur heim av Blachmann farna fríggjadag. Vit tosa eisini við Honnu Andreasen, som var stødd í TV-býnum seinasta fríggjadag.

 

Ringt verður eisini til Anette Feldbæk, sum hevur stovnað ein Facebook-stuðulsbólk fyri frama fyri Lindu Andrews.

 

Vanja Justinussen, royndur sangari og vinkona hjá Lindu Andrews vitjar eisini Rásarúmið, og fer hon at seta orð á avrikini hjá góðu vinkonuni, Lindu Andrews.