150.000 fólk færri hugdu eftir semifinaluni í X-Factor fríggjakvøldið, samanborið við fríggjakvøldið fyri, tá ið Jean Michel boðaði frá, at hann tók seg úr kappingini.
Hóast tað er fimta umfar av X-Factor, sum nú er í gongd, so sær ikki út til, at hyggjarar eru troyttur av sendingini.
1.836 milliónir fólk hugdu eftir sendingini fríggjakvøldið, og eitt sindur færri, 1.8 fólk, fylgdu við, tá ið avgerðin var á skránni.
Jan Lagermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR sigur við EB, at tað tey als ikki eru ónøgd við, at umleið 40.000 færri valdi at hyggja eftir avgerðini, tá ið Morten Benjamin varð sendur til hús.
Tá ið Jean Michel valdi at trekkja seg úr X-Factor sló sendingini eisini rekord í hyggjarum, tí heili 1.983 milliónir fólk fylgdu við hetta kvøldið.
Fríggjakvøldið vóru tað sostatt 150.000 fólk færri, sum fylgdu við í sendingini, samanborið við fríggjakvøldið fyri.
Undirhaldsstjórin sigur við Ekstra Blaðið, at hann væntar, at hyggjaratalið ferð upp tvær milliónir, tá ið finalan er á skránni komandi fríggjakvøld.