Blíva fólk við at tosa um X-faktor við teg? - Ja, serliga tá eg hitti nýggj folk, sum hava sæð meg í sjónvarpinum. Har eru sjálvandi nógvir spurningar um, hvussu alt gekk fyri seg tá eg var við. Men har eru eisini nógv, sum vilja hoyra mína meining um luttakararnar úr nýggju pørtunum í ár. Tað fylgir sjálvandi við, tá mann er kendur úr einari sjónvarpsending sum X Factor, og havi slett onki ímóti tí. Var tað, sum tú ímyndaði tær, tá tú meldaði til? - Nei yvirhøvur ikki. Eg ímyndaði mær slett ikki, hvussu nógv X Factor fór at fylla í mínum lívi, tá eg slapp at vera við í beinleiðis sendingunum. Tá fólk kenna meg aftur á gøtuni í dag, er tað ongantíð bara sum songkvinnan Anna ella Anna Faroe, tað er altíð Anna úr X Factor. Men eg havi sum so onki ímóti tí, og veit eisini at X Factor merkið ongantíð fánar av pannuni á mær. Hvussu er tað at hava fjepparar? - Eg síggi tað sum eina stóra virðismeting av mínum arbeiði sum tónleikari, og sum eina stóra motivatión til at halda á fram at syngja og til sjálv at gera tónleik. Tað er altíð deiligt at fáa eitt positivt orð við sær, óansæð hvat mann fæst við. Hvøjra fyrimynd hevur tú innan tónleikin? - Tað er ein ringur spurningur. Eg veit ikki um eg havi fyrimyndir innan tónleik, men har eru øgiliga nógvir dugnaligir tónleikarar sum eg beundri og verði inspirerað av, og tað eru bæði kendir og ókendir tónleikarir. Havt er tín lívrættur? - Alt sum er ókeypis, smakkar best - tað er nokk har eg eri. Ella mammu'sa matur, men hann er sjálvandi eisini ókeypis. Hvat dámar tær als ikki? - Breyðsuppu! Tað er ræðuligt, og tíbetur kemur tað ikki so ofta fyri at tað stendur á borðinum framman fyri mær. Hava føroyingar serliga góð tónleikaevni? - Nei tað ger tað ikki. Føroyingar eru fantastiska musikalsk samanborið við onnur lond. Mær dámar til dømis væl at taka donsk vinfólk við til føroyskar veistlur, tí tey altíð verða líka bilsin av, hvussu hart vit tríva í sang, tað eru tey als ikki von við í Danmark. Eg vænti, at tað er henda gleðin við at syngja og spæla tónleik saman, sum ger, at so nógv gott kemur burturúr og at tónleikarar klára seg so væl uttanlands.
Hvør bók liggur á náttborðinum? - Eg dugi nógv ov illa at lesa í songini, so har liggur ongin bók. Kanska eitt eintak av Eurowoman ella Gaffa. Hvat ger tú, tá tú slappar av? - Eg slappi allarbest av tá eg havi gjørt mær ein góðan te munn, koyrt eina góða fløgu frá og blakað meg í sofuni við einum damublaði ella mínari notisbók. Hvønn søguligan persón vildi tú hitt? - Tað hevði verið fantastiskt at tikið ein kaffimunn og eitt prát við Billie Holiday, og so kanska sungið eitt gott blues lag saman við henni. Er tú heimskend um 10 ár? - Tað rokni eg ikki við. Eg rokni tó við, at eg havi sæð eitt sindur meira av heiminum tá, og kanska arbeitt saman við tónleikarum og sangskrivarum fleiri staðni í heiminum. Men tað fer tíðin at vísa.