X-Factor luttakari leyp á dómararnar

Tann 33 ára gamla Lorna Bliss var herfyri til upptøkuroynd til bretsku útgávuna av X-Factor. Lorna Bliss plagar at framføra sangir hjá Britney Spears, og tað var eisini sangurin "´Till the World Ends" hjá Britney, sum hon valdi at syngja til upptøkuroyndina.

 

Í einum lítlum, neongrønum bikini og einum sokallaðum bodystokki, sum líktist einum fiskineti við stórum meskum, traðkaði Bliss á stóra X-Factor pallin.

 

Við sínum heldur serliga verumáta fekk hon bæði áhoyrararnar í salinum og dómararnar til fullkomiliga at missa pippið. Ein reaktión sum als ikki tóktist ávirka Bliss.

 

Hon valdi ikki bert at dansa og syngja fyri dómarunum. Hon fór eisini upp á dómaraborðið, dansaði frekt frammanfyri aldursforsetanum Louis Walsh og nærum forfylgdi Gary Barlow inni í salinum, tá hann valdi at reisa seg frá dómarastólinum fyri at sleppa undan ágangandi X-Factor luttakaranum.

 

Niðanfyri ber til at síggja Youtube-brotið, tá Lorna Bliss var til upptøkuroynd til bretsku útgávuna av X-Factor.