Luttakararnir í donsku X Factor sangkappingini verða mettir av sálafrøðingum, áðrenn teir sleppa við í kappingina - og tey fáa boðið hjálp, tá ið tey rúka úr kappingin. Sálarfrøðingar gera í ár eina meting av, um luttakararnir í donsku X-Factor kappingini eru førir fyri at klára nógvu umrøðuna í fjølmiðlunum, sum fylgir við luttøkuni.
Leiðarin fyri undirhaldsdeildina hjá Danmark Radio sigur, at eingin hevur fingið forboð fyri at luttaka í X Factor, men at DR nú hevur eina betri hóming av, hvør kann klára tað, sum fylgir við luttøkuni í kappingini.
Í fjør vóru nógvar atfinningar ímóti DR fyri at útstilla fólk í X-Factor, og tað er hesin kritikkur, sum hevur fingið DR at broyta mannagongdina í kappingini.
- Hesaferð hava vit havt tvær vikur ímillum eina forroynd og veruligu upptøkuroyndina, og hesa tíðina hava vit brúkt til at finna út av, hvørji fólkini, sum koma til upptøkuroyndina, veruliga eru, sigur Jan Lagermand Lundme.
Eisini tá ið fólk rúka úr kappingini, er ein sálarfrøðingur til reiðar at hjálpa fólki, um tey hava tørv á tí.