DR hevur júst almannakunngjørt, hvørjir seks X Factor luttakarar fara á konsertferð í Danmark í summar, og Heidi verður møguliga ikki við.
Nógv vórðu bilsin, tá tað varð kunngjørt, at Heidi, sum er ein av bestu sangarunum í sangkappingini X Factor, ikki er á listanum av teimum X Factor luttakarunum, ið skulu á konsertferð í summar.
Tey, ið fara at framføra í summar, verða Martin, Laura, Frederik, Lisa, Basim og RaiDen.
Maður Heidi, Janus, hevur greitt Ekstra Blaðnum frá, at Heidi gjarna vil við, men hon hevur gjørt ein sáttmála við ICO Conserts, ið skipa fyri konsertunum, um, at hon ikki skrivar undir, fyrr enn sangkappingin er liðug.
Hví Heidi ikki vil skriva undir, sigur søgan tó einki um.
Konsertirnar verða hildnar í Keypmannahavn, Hillerød, Odense, Herning og í Århus í døgunum 6.-19. juni.