Í kvøld byrjar ársins X Factor kapping í Danmark av álvara, tá beinleiðis live-showið í Danmarks Radio byrjar.
Aftur hesaferð er ein føroyingur við – og aftur hesaferð sigst hann vera millum favorittarnar.
Hundraðtals vónríkir sangarar hava roynt at funnið leiðina til liveshowið, men bara tey bestu funnu leiðina allan vegin.
Fuglfirðingurin Jógvan Joensen verður ein av teimum sum fær høvi at stíga á pallin í kvøld – og sambært Linu Rafn, X Factor dómara, so er Jógvan sera tryggur og hevur eitt sterkt lístarligt útrykk, og hon ætlar at ansa væl eftir honum í kappingini.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Sára Jógvansdóttir gjørdi fyri Rás2.










