X-factor Jesper í Grasagarði

Triðja árið á rað, skipar Margarinfabrikkin fyri Barnafestivali í Grasagarði. Bæði í fjør og fyrra árið, var tiltakið ein brakandi succés og atgongumerkini vóru rivin burtur. Fyri at geva enn fleiri børnum møguleika at sleppa á Barnafestival, og fyri at gera tiltakið enn meira spennandi, er økið víðka, soleiðis at fleiri av tiltøkunum verða í Kommunuskúlagarðinum.

 

Barnafestivalurin verður leygardagin 3. juli, og økið letur upp klokkan 11. Skráin er sera spennandi og umfatandi.

 

Høvuðsnavnið í ár, er Jesper frá X-factor. Annars verður Ævintýraferðin, Trøllapætur, Kular Røtur, ung talent, el-bilar, søgufrásøgn, grill, andlitsmáling, smábarnaøki og alt møguligt annað stuttligt.

 

Atgongumerkir til Barnafestivalin eru at fáa í Margarinfabrikkini.