X Factor: Hyggjararnir avgera alt

Fríggjakvøldið eiga hyggjararnir alla avgerðina í X Factor

Fríggjakvøldið skal avgerast, hvørjir tríggir luttakarar skulu í stóru X Factor finaluna hjá DR. Ein av teimum fýra luttakarunum er Jógvan Joensen.

Vanliga verður avgerðin um, hvør skal sendast úr kappingini, tikin av hyggjarum og dómarum í felag – og higartil hava dómararnir havt avgerandi orðið at siga.

Soleiðis verður ikki fríggjakvøldið, tí tá verða tað bert atkvøðurnar frá hyggjarunum, sum skulu finna teir tríggjar finalistarnar.

Føroyingar kunnu atkvøða umvegis bæði sms-boð og X Factor appina.