X-Factor: Heldur fótbólt enn sang

17-ára gomlu tvíburarnir, Trine og Rikke, sóu ikki út av nógvum, tá ið tær komu inná pallin. Og tær søgdu eisini, at tær heldur vilja spæla fótbólt enn syngja.

Men eftir at tær høvdu sungið, sóu dómarnir stórt talent í gentunum frá Borup í Roskilde, men genturnar høvdu ikki eitt brennandi ynski um at verða songkvinnur, tær ynskja at verða profesionellir fótbóltspælarar.

 

Tí vóru tað ikki genturnar sjálvar, sum høvdu meldað seg til X-Factor, tað var teirra fótbóltsvenjari, sum hevði hoyrt tær syngja í umklæðingarrúminum.

Tvíburarnir, sum heldur ynskja at spæla fótbólt, vilja einans hava at vita, um tær dugdu at syngja ella ikki. Dómarin Blachman bleiv bilsin av, hvussu væl tær dugdu at syngja. Heimasíðan msndk.starlounge.com skrivar, at um genturnar ikki sjálvar gevast í kappingini, kunnu tær koma ógvuliga langt.

 

Skrivað: Birita Debes og Hallbjørg J. Túgvustein