X-Factor heiðrar ABBA

Tey vóru størsti popp bólkurin í 70?unum. Tey hava selt yvir 370 milliónir fløgur, og tey halda fram á hitlistunum hóast tað er yvir 25 ár síðani, at tey fóru hvør til sítt. Komandi fríggjakvøld sigur X-Factor takk fyri tónleikinum við ABBA

 

Lina, Remee og Blacman hava valt sær løg frá tí svenska superbólkinum til teirra luttakarar, og tað verður ein rundferð í skattakistuni hjá Ulvaeus/Andersson við løgum heilt frá hittinum ?SOS? frá 1975 til ?One Night In Bangkok? frá sangleikinum ?Chess? frá 1984.

 

Lucas sum Bjørn Ulvaeus

Blachman er einasti dómari, ið enn hevur allar sínar luttakarar eftir.

 

Hann hevur latið Mohamed framføra ?SOS?. Sidsel skal framføra ?Knowing Me, Knowing You? frá fløguni ?Arrival? frá 1976. Og Lucas skal framføra ?Does Your Mother Know? av fløguni ?Voulez-Vouz? frá 1979.

 

Seinasti vónin hjá Linu

Remee, ið hesa vikuna hevur haft sínar bólkar á intensivari venjingarlegu, hevur funnið fram hitti ?Voulez-Vouz? til bólkin Alien Beat Club.

Asien Sensation, sum farnu viku var í vanda, skal nú prógva seg við at framføra lagið ?One Night In Bangkok?.

Lina Rafn hevur bert ein solist eftir ? nevniliga føroysku Lindu. Linda er sjálv ein fjeppari av ABBA, og hon vil komandi fríggjakvøld framføra lagið ?Money, Money, Money?.