X Factor: Harðasta kapping nakrantíð

X Factor dómarin Lina Rafn hevur grátið seg í svøvn af ársins X Factor kapping

Tey flestu munnu verða samd um, at X Factor kappingin hjá DR í ár hevur verið á rættiliga høgum stigi samanborið við onnur ár. Sangararnir hava verið dugnaligir, og kappingin hevur verið jøvn.

Lina Rafn, sum í nógv ár hevur verið dómari í kappingini, heldur, at ársins kapping er nakað serligt.

- Hetta er tann harðasta og mest krevjandi X Factor kappingin, sum eg nakrantíð havi verið við til, sigur hon við DR.

Hon sigur, at hon onkra nátt hevur grátið seg í svøvn av kappingini. 


Her kanst tú síggja samrøðu, sum DR hevur gjørt við Lina Rafn.