X Factor handan leiktjaldið

Tað hendir ein ørgrynna millum hvørja X Factor, sum ikki er at síggja í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld. Í dag var til dømis tíðindafundur í DR byen í Studie 5, sum skal brúkast til sokallaðu live-showini, ið byrja fríggjakvøldið.

 

Hópin av fjølmiðlafólki var til staðar og áhugin fyri einstøku luttakarunum var stórur. Sveinur var eisini ein nógv umbiðin harri og gav sær góðar stundir til at tosa við fjølmiðlafólkini, umframt at hann í heilum var avmyndaður uppi á pallinum, har alt kemur at ganga fyri seg í beinleiðis sendingini fríggjakvøldið.

 

- Eg gleði meg, men eg eri ikki nervøsur upp á tann keðiliga mátan, sigur Sveinur Gaard Olsen við Portalin. Hann heldur, at tað helst er ein fyrimunur, at hann hevur staðið á palli áður, men leggur samstundis dent á, at tað er munur á at spæla trummur í einum bólki í Føroyum og so at skula syngja fyri omanfyri einari millión sjónvarpshyggjarum.

 

Hetta, at tað eru so mong, sum fylgja við, merkir eisini, at alt verður planlagt og stýrt niður í minsta staklut. Dansur, klæðir, sangur, útsjónd, einki er tilvildarligt.

- Tað er eisini tað stuttliga við X Factor, at eg sleppi at royna so nógv nýggj ting og at eingin dagur er eins. Eitt nú var eg til koreografivenjing í gjár, men tit skulu tó ikki vænta, at eg fari at dansa tað stóra fríggjakvøldið, flennir Sveinur.

 

Sí fleiri myndir frá tíðindafundinum í dag í myndatemanum her á síðuni.