Í kvøld byrja stóru live-sendingarnar í danska X Factor, men kappingin í kvøld er hótt av sjúku. Tá X-Factor live-sendingarnar byrja í kvøld, er tað vandi fyri, at tveir dómarastólar standa tómir.
Soulshock og Pernille Rosendahl eru sjúk, og Soulshock óttaðist í gjár fyri, um hann møguliga ikki megnaði at verða til staðar undir kappingini.
-Eg hevði fepur, tá eg vaknaði í morgun, og eg havi kuldasveitta, og eri illa fyri. Tann einasta orsøkin til, at eg megni at standa á beinunum, er tí eg havi fylt meg við panodil og ingifer-te, sigur dómarin við ekstrabladet.dk.
Átti at ligið í seingini
-Men tað er eingin ivi um, at tað hevði verið best fyri meg, um eg lá heima í seingini, sigur dómarin, ið hevur ábyrgdina av bólkunum undir kappingini.
Soulshock er ikki í iva um, at tær stóru arbeiðsbyrðurnar frá DR eru viðvirkandi til at gera hann sjúkan.
-Heima eri eg vanir við at arbeiði, tá ið eg havi hug. Tað merkir góða tíð til morgunkaffi, tíð til at koyra sonin í skúla og annars bara taka tað róligt, inntil eg fari í studio umleið klokkan 13.00 hvønn dag, sigur hann.
Víðari sigur hann.
-Her í X-Factor byrja vit kl. 07.30 við makeup og ljóðroyndir eru kl. 8.30. Venjing og royndir við luttakarunum, prát við miðlarnar og framleiðslufólkini. Vit keða okkum í øllum førum ikki. Tað er okkurt alla tíðina, og tað hevur helst gjørt mína støðu verri. Eg vóni, at hetta ikki er influensa.
Í DR eru fólkini varug við álvarsama málið, og undirhaldsstórin Jan Lagermand Lundme sigur, at tað vildi verið ein katastrofa, um Soulshock ikki megnaði at verða í dómarapanelinum í kvøld.
-Vit vilja gera alt fyri, at Soulshock verður til staðar í kvøld, sigur hann.
Pernille Rosendahl er eisini sjúk av influensu, men hon ætlar sær kortini at verða í DR býnum í kvøld, til fyrstu live-sendingina av X-Factor 2010