Sambært heimasíðuni hjá Berlinske Tidende, er eitt av høvuðsmálunum við sendingini, at gera gjøldur burturúr fullum, feitum og følskum X-Factor er ikki bara ein dansur á rósum, har vónrík og talentfull fáa ein møguleika at vísa sínar bestu eginleikar sum sangarar og undirhaldarar. Tað handlar sambært heimasíðuni hjá Berlinske Tidende minst líka nógv um at gera gjøldur úr fólki, tí tað eru bert nøkur heilt fá, ið sleppa framat veruligu dómarunum. Restin verður skyld frá áðrenn.
- Mann kennir seg eitt sindur misnýttan, og eg blívi eitt sindur súr, tá eg síggi, at tey senda fulla mannin víðari, sigur 18 ára gamla Pernille Christensen við Berlinske Tidende. Hon var sjálv skyld frá, áðrenn hon kom til veruligu úttøkuna.
Sjálvi verja Danmarks Radio seg við, at tey taka tað besta og tað ringasta við.
- Vit velja at taka tað besta ella tað stuttligasta við, sigur undirhaldsleiðarin hjá DR.
Heimasíðan hjá Berlinske Tidende greiðir síðani frá, at tað sum er ?stuttligt?, eru full fólk, menningartarnað og hyldligar gentur við lítlari sjálvsvirðing.
Linda Andrews er føroyska íkastið til X-Factor. Hon er heilt víst millum tey bestu, og verður at síggja í kvøld.