Fríggjadagin 25. Mars verður Danmark og Føroyar lagt oyði, tá ið DR bjóðar til X-Factor finalu í Parkini. Í morgin byrja tey stóru X-Factor Live Showini, og harvið er niðurteljingin til stóru finaluna byrjað.
DR almannakunngerð í dag, at finalan enn einaferð verður hildin í Parkini.
Síðasta ár valdi DR fyri fyrstu ferð at halda finaluna í Parkini, og í ár lovar DR, at ársins finala verður enn betri enn undanfarna.
-Tað er fantastiskt fyri X-Factor, at vit fáa møguleikan at venda aftur il Parkina í ár. Okkara finala í síðsta ár var uttan iva størsta hæddarpunktið í X-Factor søgu, sigur Jan Lagermand Lundme, undirhaldsleiðari hjá DR, við heimasíðuna hjá DR.
-Stóra hyggajaratalið í ár og góðar hyggjarakanningar siga okkum, at hyggjararnir framvegis hava eitt serstakt kærleiksforhold til X-Factor. Við hesum megna við at savna donsku fjøldina, og tí vilja vit enn einaferð enda við einum braki í Parkini, sigur Jan Lagermand Lundme við dr.dk.
kelda. dr.dk










