Enn einaferð fáa føroyingar høvið at halda við og heppa á ein føroyskan X-Factor luttakara í donskum sjónvarpi.
Nakrir føroyingar hava roynt seg í X-Factor, men higartil er tað bara Linda Andrews, ið hevur vunnið kappingina.
Tað eru longu níggju ár síðani, at Linda Andrews vann kappingina í 2009.
Í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 ringdi Hilmar Jan Hansen til Lindu Andrews fyri at fáa eitt prát um hennara uppliving av X-Factor fyri níggju árum síðani, og hvussu hon heldur, at Olivur Bech Andreasen fer at klára seg.
Um X-Factor sigur Linda Andrews, at tað er ein stór uppliving at verða við til X-Factor, men tað er ikki veruliga vegurin inn til tónleikabransjuna. Tað krevur eitt longri arbeiðið og ein rættiliga stóran fjepparaskara at fáa eitt veruligt gjøgnumbrot í tónleiki.
Linda Andrews heldur, at Olivur Bech Andreasen hevur tann góða føroyska eyðmjúkleikan, og hon hevur góðar vónir fyri 28 ára gamla føroyska X-Factor luttakaranum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Lindu Andrews í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.










