Spurningurin, sum X-Factor fjepparar sita við í dag er: Er Blachman genialur ella svakur? X-Factor skelkaði sínar hyggjarar í gjár, tá ið ein dómari fyri fyrstu ferð sendi ein av sínum egnu út, til fyrimuns fyri ein luttakara hjá einum øðrum dómara.
Men Blachman er ikki í iva. Hann vil ikki hava eina finalu uttan Morten Benjamin - kosta, hvat tað kosta vil.
Hendan avgerðin hevur elvt til eitt umfatandi kjak í dag, har miðlar, X-Factor fjepparar, og luttakara siga sína hugsan um tað, sum Blachman gjørdi.
Avgerðin vísur kanska, at Blachman veruliga hugsar um tónleikin, og ikki um egnan fyrimun. Men avgerðin vísur eisini, at Blachman ikki hevði trupulleikar við at stinga sínar egnu í ryggin.
Cutfather heldur, at avgerðin hjá Blachman í stóran mun er virðilig. Cutfather vísir á, at Blachman hevur havt fleiri undurfullar løtur saman við tónleikinum hjá Morten Benjamin, meðan hann ikki hevur havt slíkar løtur við sínum bólki, Tandberg
& Østenby. Samstundis slær hann fast, at hann ikki hevði kunnað blakað sínar luttakarar út.
Pernille sigur, at hon framvegis er rættiliga skelkað av avgerðini hjá Blachman. Tó slær hon fast, at hansara orð til Tandberg & Østenby vóru vøkur, og á onkran hátt rættvísgjørdi hansara avgerð.
Báðir dómararnir eru tó samdir um, at Blachman ikki hugsaði um tann menniskjaliga partin av avgerðini, tá ið hann í gjár gav deyðadómin til Tandberg & Østenby.
Tær báðar genturnar í bólkinum, Simone og Isabella, hava í fleiri samrøðum við danskar miðlar gjørt greitt, at tær eru vónsviknar av Blachman. Tær vóru til reiðar at fara heim, men vóru ikki til reiðar til, at fáa deyðadómin frá Blachman.










