X-Factor: Dreymurin brast

Tá ið avtornaði í sendingini reyk 64 ára gamli Kjeld úr X-Factor. Maðurin, sum var spáddur at verða danska útgávan av ensku Susan Boyle, úr sendingini Britains got Talent. Hóast hetta var hansara dreymur, so var hann kortini glaður um at verða komin so langt.

 

Tað var kortini greitt, at Kjeld hevði vónir um at røkka longri í kappingini, eins og familja hansara hevði vónir um tað.

 

 

Pernille fekk bólkarnar

Teir tríggir X-Factor dómararnir hava nú fingið hvør sína kategori, og dómararnir ivast ikki í, at tað verður eitt krevjandi og spennandi arbeiði, sum liggur fyri framman.

 

Í X-Factor fríggjakvøldið gjørdist greitt, hvør dómari verður lærari hjá teimum ymsu luttakarunum. Pernille stendur á odda fyri bólkunum. Blachman fekk luttakararnir yvir 25 ár, meðan Cutfather skal hjálpa

luttakarunum undir 25 ár.