X-Factor dreingir eru í toppformi

Teir fimm X-Factor finalistarnir venja í løtuni til liveshowið fríggjakvøldið, og hóast luttakararnir ikki kunnu siga nakað um, hvat teir fara at syngja fyrr enn seinni í dag, so fortelja Sveinur og Morten Benjamin eitt sindur um teirra ætlanir.

 

- Eg eri ikki týpan, sum skal flúgva runt í luftini, hondur upp í ein veira og tílíkt, sigur Morten Benjamin eftir sína koreografiroynd á pallinum.

 

- Men eg havi ætlanir um at fara eitt sindur út á pallin og stilla meg á roykmaskinuna, soleiðis eg fái eina rúgvu av royki á meg. Tað haldi eg meg ikki hava sæð fyrr, sigur Morten Benjamin og flennur yvir til Sveinur, sum júst stóð á eini roykmaskinu seinasta fríggjadag.

 

- Roykmaskinan stendur heima í kamarinum, er Sveinur skjótur at svara aftur. Hann kennir seg væl fyri, nú aftan á at hava havt eitt róligt vikuskiftið.

 

- Nú var eg á forsíðini á Ekstra Blaðnum í fyrru viku, tá eg hevði verið í býnum, men hetta vikuskiftið havi eg bara arbeitt og slappa av, so her eru eingir timburmenn, ið gera um seg hesa vikuna, sigur orkuríki føroyingurin.

 

í annaðkvøld fara luttakararnir at syngja sangir hjá Rasmus Seebach, sum eisini sjálvur fer at upptraðka í X-Factor í morgin. Seinni í dag fáa vit at vita, hvørjar sangir, luttakararnir skulu syngja.