X-Factor: Drama í DR býnum

Fríggjakvøldið var heldur skelkandi fyri tey mongu, sum hvørja viku gleða seg til at fylgja við X-Factor hjá DR. Men tað var ikki einans Jean Michel og Nicoline Simone, sum skelkaðu.

 

Eisini skalluti dómari megnaði at skapa nakað av drama í DR býnum, tá ið journalistarnir hittu hann eftir sendingina.

 

Her segði hann sambært donskum miðlum, at hann vildi úr X-Factor, og ongantíð ov skjótt. Hann ætlaði sær at rýma, meðan Lionel Ritchie og Rasmus Seebach framførdu, men tað hevði ført við sær, at hann onga løn hevði fingið fyri sítt arbeiði.

 

Eisini Morten Benjamin endaði í einari óvanligari støðu, tá ið hann mátti koyrast á sjúkrahúsið eftir sendingina.

 

Morten Benjamin var so sjúkur fríggjakvøldið, at hann var um at svíma, tá ið tíðindafundur var á skránni eftir sendingina. Hann varð síðani koyrdur á sjúkrahúsið, men hevur tað eftir umstøðunum gott nú.

 

Jean Michel hevur greitt sínum Facebook fjepparum frá, at hann ikki hevur nakra deyðiliga sjúku, sum annars gitt hevur verið um.

 

Hann takkar fyri stuðulin, og lovar, at hann als ikki er deyðiliga sjúkur ella nakað líknandi.

 

kelda. bt.dk