Tann 35 ára gamla Ida Corr, sum í kvøld skal hava framførslu í Tórshavn, lendi seint seinnapartin í Vágum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sangstjørnan, sum eisini er ein av trimum dómarunum í danska X-Factor, vitjar í Føroyum.
- Seinast eg var her var fyri 15 árum síðani, men hesaferð er nakað heilt annað. Nú eri eg tað eldri og gevi mær betur far um tað, ið er rundan um meg. Eg eri púra ovfarin av fjøllunum, teimum nógvu seyðunum, sum eg síggi allastaðni her, og bara náttúruni sum heild. Her er fantastiskt!
Fyri fyrstu ferð skal Ida Corr í ár royna seg sum dómara í sangkappingini X-Factor hjá Danmarks Radio, og hon hevur lagt merki til teir mongu føroyingarnar, sum hava verið í X-Factor.
- Eg eri rættiliga imponerað av, at flestu føroyingar duga so ómetaliga væl at syngja. Eg haldi sjálv, at tað er okkurt heilt serligt við røddunum hjá tykkum føroyingum, sigur Ida Corr.
Ida Corr, sum bleiv heimskend við lagnum Let Me Think About It, hevur framførslu í kvøld í dansistaðnum Rex.