Undir vanligum umstøðum eru luttakararnir í X-Factor ógvuliga væl við teirra dómarar, og tá ið ein luttakari verður sendur til hús, eru tað altíð dómararnir hjá teimum, sum royna at varðveita teirra pláss í sendingini. Men soleiðis var ikki í sendingini í gjár.
19 ára gamla Simone Tandberg og 20 ára gamla Isabella Østenby fingu onga hjálpandi hond frá Blachman í gjárkvøld, tá ið X-Factor var á skránni.
Tað var Blachman sjálvur, sum sendi sín bólk til hús, tá ið valið stóð ímillum Tandberg&Østenby og Morten Benjamin.
Tær báðar siga í dag við eb.dk, at Blachman visti, at Cutfather fór at senda tær til hús, so tað var eingin orsøk til, at hann eisini skuldi velja Morten Benjamin framum tær.
Blachman segði í sendingini, at genturnar høvdu sína bestu framførslu í gjár, og høvdu ikki klárað at gjørt tað betur, so tað var eingin orsøk til at lata tær vera í sendingini longur.
- Eg fari at minnast tær fyri framførsluna í kvøld. Eg havi ikki tørv á at hoyra tær syngja ein Rasmus Seebach sang við allari virðing, segði Thomas Blachman um sína avgerð í gjár.
Men hatta eru Isabella og Simone ikki fegnar um.
- Hann gav upp, tá ið hann segði, at hann ikki vildi hoyra okkum syngja Rasmus Seebach, siga tær við eb.dk í dag.