X-Factor børn

Lina Rafn, sum undanfarin ár er vorðin kend sum tann fitti og kensluborni dómarin, hevur givið avboð til komandi x-Factorkapping, tí hon er við barn. Og heldur ikki verturin, sum næstan er vorðin ímyndin av donsku sangkappingini x-Factor, verður við. Lise Rønne er nevniliga eisini við barn.

 

Tá triðja x-Factorkappingin skal á skíggjan í vár, mugu Lise Rønne og Lina Rafn í barnsburðarfarloyvi, og tí fáa tær ikki verið við.

 

Tað var Lina Rafn, sum tók sær av Lindu, tá hon vann kappingina.

 

Lise Rønne hevur sagt við danskar miðlar, at tað verður við eini løgnari kenslu, at hon fer at seta seg í sofuna har heima at hyggja at x-Factor.

 

Eisini tann harði og kontanti dómarin, Thomas Blackman, hevur givið avboð til kappingina í ár, hóast tað ivaleyst er av øðrum orsøkum.