Hiphop-stjørnan Wyclef Jean hevur slept ætlanini at gerast næsti forseti í heimlandinum, Haiti.
Fyri einum mánað síðani sýttu valmyndugleikarnir fyri at góðkenna Wyclef Jean sum valevni.
Síðani hevur hann umhugsað støðuna, og í gjárkvøldið boðaði hann so frá, at hann hevur slept ætlan síni.
Wyclef Jean er føddur í Haiti, men hevur búð í USA meginpartin av lívinum. Valmyndugleikarnir vildu ikki góðtaka hann sum valevni til forsetavalið, tí hann lýkur ikki eina treyt, sum sigur, at valevni skal hava búð í Haiti minst fimm ár undan uppstillingini.
Wyclef Jean sigur, at hann fer aftur í tónlistarheimin nú.