www.loysing-fra.dk

Maria Jacobsen
valevni Tjóðveldisfloksins
????
Sum eitt av valevnum Tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið skal eg í stuttum greiða frá, hví eg sum tjóðveldisfólk ætli mær á fólkating og hvørji mál, eg ætli mær at loysa til frama fyri allar føroyingar og Føroya land:

Føroyskt fullveldi
Hóast avgerðin um fullveldi eigur og skal takast í løgtinginum og við fólkaatkvøðu, har allir føroyingar sleppa at siga sína hugsan, haldi eg tað vera rætt og sjálvsagt, at vit eisini á fólkatingi gera vart við krav okkara um fullveldi.

Føroyar og E.S.
Ikki er alt ilt við E.S. ? verri enn so. Mangt gott kann sigast um E.S., men so leingi E.S. hevur felags fiskivinnupolitikk stýrdan úr Brússel, eri eg ímóti føroyskum limaskapi í E.S., tí hesin felags fiskivinnupolitikkur fer at forkoma okkum sum fiskivinnutjóð.
Eg eri somuleiðis ímóti føroyskum "limaskapi" umvegis Danmark. Við "limaskap" umvegis Danmark hugsi eg um ta ódámligu, sníkjandi gongd hesi seinastu árini, har vit føroyingar uttan limaskap í E.S. alt meira verða viðfarnir sum E.S.-borgarar.
Vit føroyingar verða noyddir at fylgja við í og støðugt laga okkara viðurskifti til umheimin ? fyrst og fremst hini Norðurlondini (heruppií ikki minst Danmark), men eisini E.S., U.S.A. og restina av heiminum.

Fólkatingslógir galdandi í Føroyum.
Tað truplasta við heimastýrislógini er eftir minum tykki, at vit hava hálvt sjálvstýri, soleiðis at vit føroyingar bæði eru undirgivnir føroyskum løgtingslógum og donskum fólkatingslógum. Hetta ger, at vit mangan "detta niður ímillum tveir stólar" við teimum ólukkuligu av-leiðingum, sum hetta mangan førir til.
Mín áhugi liggur serliga á tí sosialpolitiska økinum, og kann eg sum dømi um slíkar ólukkuligar avleiðingar nevna:

?ruðuleikan við útlendingamálinum, sum alt meira líkist tí í Danmark vælkenda "tamil-málinum", sum fekk álvarsamar avleiðingar fyri løgmálaráðharran og fleiri av embætismonn-um hansara.

?ruðuleikan á familjurættarøkinum, har vit bæði kunnu nevna ta í Danmark galdandi fólka-tingslógina um skrásett parlag og ta í Danmark galdandi fólkatingslógina um felags foreldramynd-ugleika, sum danir hava gjørt av skulu praktiserast sum galdandi í Føroyum,

?ruðuleikan á barnaverndarøkinum, har ein smádrongur og systrar hansara fyri hálvum ári síðani duttu niður ímillum ta í Føroyum galdandi fólkatingslógina frá 1960 og ta í Danmark galdandi "servicelógina" frá 1998. Tað tykir mær, at hvørki før-oysku myndugleikarnir ella donsku myndugleikarnir hildu seg hava ábyrgdina fyri hesum børnunum,

?ruðuleikan á pensiónsøkinum, har bæði fólkapensiónsupphæddirnar og fyritíðarpensiónsupphæddirnar í Føroyum eru úr 18 % heilt upp í 42 % lægri enn í Danmark ? hetta hóast danir í avtaluni frá 20.03.1987 um blokkstuðulsskipanina kravdu, at pensiónsupphæddirnar (eftir skatt) í Føroyum skuldu samsvara við pensiónsupphæddirnar í Danmark,

?ruðuleikan við endurgjaldsábyrgdarlógini og vanlukktryggingarlógini, sum vit enn ikki hava fingið her í Føroyum. Lógaruppskot um hesar lógir hava verið í løgtinginum fleiri ferðir, men eru ferð eftir ferð dottin burtur, tá ið løgtingið fer í summarfrí. Ùrslitið er, at ein føroyingur fær eina nógv lægri endurgjaldsupphædd enn ein dani fær fyri sama skaða.

Vit føroyingar eiga nú at taka avleiðingarnar av hesum ruðuleikum, sum standast av heimastýrisskipanini og taka fult sjálvræði við einans føroyskum løgtingslógum galdandi á øllum økjum fyri okkum føroyingar.
Heitið á yvirskriftini til hesa grein er heitið á frálíku heimasíðu Vága Tjóðveldisfelags á alnótini, har henda grein kann lesast.