Vanligi føroyski borgarin skal hava innlit í føroyska lógarverkið, samstundis sum hann skal vera kunnaður um, hvat er galdandi rættur.
Tí hevur lógardeildin í Tinganesi tikið stig til at leggja ein dátugrunn út á alnetið, har øll lóggáva í Føroyum og allar kunngerðir eru at finna.
Hetta merkir, at hvør eistakur borgari við atgongd til alnetið kann fara inn á www.logir.fo og kunna seg við galdandi rætt. Hetta, heldur lógardeildin, styrkir um rættartrygdina, samstundis sum tað lættir um umsitingarligu uppgávurnar hjá deildini.
Jákup Sibbi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, var til staðar, tá nýggji lógardátugrunnurin varð tikin í nýtslu. Hann vísti á táttin um Jákup Sibba, sum var fyri órætti og rói um hav til teir høgu harrar at fáa sín rætt. Tað fekk hann ikki. Hann varð gjørdur til láturs og skotin í dintilin.
? Men er hetta í veruleikanum eitt teiti um um Jákup Sibba? Er hetta ikki í veruleikanum ein søga um, hvussu fjar lóggáva kann vera frá tí fólki, hon er galdandi fyri. Ein søga um rættartrygd og valdið hjá myndugleikunum?
? Endamálið við at leggja hendan lógardátugrunnin á alnetið er fyrst og fremst eitt stórt framstig fyri kunning, innliti og vitan í lógarverkið í landinum, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum
Størri innlit
Men Høgni Hoydal heldur kortini ikki, at tað er nóg mikið at hava ein lógardátugrunn á alnetinum.
? Tað næsta stigið er at fáa øll rundskriv, sum verða gjørd í stýrinum, inn í dátugrunnin, og síðani ætla vit eisini at fáa týdningarmiklar fyrisitingarligar avgerðir lagdar inn. Hartil verður arbeitt við at fáa allar dómar úr rættinum lagdar inn eisini, gjørdi Høgni Hoydal greitt á fundinum, tá lógardátugrunnurin varð tikin í nýtslu.
Orsøkina til, at hetta skal gerast, segði Høgni Hoydal vera at skapa størri rættartrygd og at gjøgnumføra eitt veruligt alment innlit í fyrisitingina hjá landsins myndugleikum.