BILASØLA
Mánadagin læt nýggja heimasíðan www.bil.fo upp. Høvuðsendamálið við heimasíðuni er at gera eitt stað á alnótini, har privatpersónar og bilasølur kunnu seta sín bil til sølu á ein so lættan hátt sum gjørligt. Sum støðan er í løtuni, er tann privati brúkarin noyddur at ferðast runt á nógvum ymiskum heimasíðum hjá teimum ymisku bilasølunum, um hesin skal finna sær ein bil. Við BIL.FO er ætlanin at savna so nógvar bilar sum møguligt á einari síðu.
BIL.FO er ikki heft at nakrari ávísari bilsølu. Møguleikarnir, sum vera á BIL.FO, eru eitt nú, at privatpersónar kunnu leita eftir bilum eftir ymiskum treytum, at fólk kunnu skjótt og lætt seta sín bil til sølu, at bilasølur kunnu skjótt og lætt seta bilar til sølu - við eini serligari skipan, sum BIL.FO hevur gjørt til bilasølurnar.
- Enn er heimasíðan so nýggj, men vit hava longu fingið fleiri afturmeldingar, eitt nú frá eini bilasølu sum hevur meldað seg til. Tað er ógvuliga positivt, sigur Bárður Bærentsen, ein av stigtakarunum til heimasíðuna.
Seinni er ætlanin at heimasíðan eisini skal fevna um sølu av lastbilum, kranabilum og skutarum. Kjaksíða er eisini á heimasíðuna, har tú kanst skriva tína meining um mangt og hvat.