Aling
- Vit eru ikki ímóti at brúka náttúruna til vinnulig endamál, soleingi hetta fer fram á burðardyggan hátt og við atliti til náttúruviðurskifti.
Tað segði aðalskrivarin í WWF (Heimsnáttúrustovninum) Rasmus Hansson, á altjóða aliráðstevnuni AquaVision í Stavanger herfyri.
Sambært einum tíðindaskrivi hjá WWF vísti Rasmus Hansson á, at Noreg tekur umhvørvisavbjóðingar í álvara, men at alivinnuni tørvar WWF fyri at koma víðari.
WWF samstarvar nú formelt við størsta alifelag í Noregi, Marine Harvest.