WWF finst at Grønlandi

Heimsnáttúrugrunnurin finst at Grønlandi fyri at umhugsa at loyva seismiskum kanningum í Grønlandshavinum.

Hetta er verri enn so fyrstu ferð, at umhugsað verður at loyva seismiskum kanningum í Grønlandshavinum, nú felagið TGS NOPAC hevur søkt um at sleppa at gera kanningar í summar.

Men heimsnáttúrugrunnurin WWF undrast á, at hesaferð er ætlanin at gera kanningarnar longur norðuri enn aðrar ferðir, hóast umhvørvið á hesum er sera viðkvæmt.

Serliga finst WWF at, at grønlendska sjálvstýrið ikki hevur víst aftur ætlanunum um seismiskar kanningar, men hinvegin hevur valt at sent málið út til almenna hoyring.

- At fara undir oljuídnað í einum so viðkvomum og fjartstøddum umráði er ótrúliga hættisligt, sigur heimsnáttúrugrunnurin og heldur fram:

- Skuldi oljudálking staðist av hesum, kundi tað elvt til langtrøkkandi og óbótaligan skaða á bæði náttúru og djóralív.