WTA-sigur til Wozniacki

Tað eydnaðist ikki í OL, men tá danska Caroline Wozniacki í farnu vikuni var við í China Open í Beijing, eydnaðist donsku tennis-drotningini at vinna sín fyrsta WTA-sigur. Sigurin kom til høldar í double, har Wozniacki spældi saman við Anabel Medina Garrigues, sum annars vann í innanhýsis uppgerðni teirra millum í single-kappingini. Í finaluni spældu tær móti einum kinverskum pari, og hendan dystin vunnu Wozniacki/Garrigues 6-1, 6-3.