Wozniacki vil samstarva við Abramovich

Wozniacki familjan vil samstarva við Abramovich at gera eitt altjóða flytbart tennisakademi, sum skal menna talentir tvørs av religión og húðaliti til OL í 2016.

 

Gongst sum Wozniacki familjan vil, verður eitt tennisakademi sett á stovn við peningaligum stuðli frá millum øðrum Roman Abramovich, umframt ríkmonnum úr Miðeystri og Hvítarusslandi.

 

Talan er um eitt altjóða tennisakademi, sum er flytiligt og hevur til endamáls at seta talentir frá ymiskum mentanum saman.

 

Akademiið skal í fýra mánaðir hava basu í einum heimsparti, og síðani flyta seg víðari. Frá Europa til Miðeystur og Asia, Amerika, Afrika ella kanska Australiga, sigur Piotr Wozniacki.

 

Vit ætla at finna ung frá ymiskum húðalitum, mentanum og trúðarbólkum og frá ymiskum londum. Vit vilja vísa, at børn kunnu eta saman, spæla saman og deila somu dreymar, sigur Piotr Wozniacki.

 

Vit vilja skapa ein bólk við góðum venjarum, lærarum og fysioterapeutum sum fylgja talentunum, og vit vilja gjalda alt, sigur Piotr Wozniacki við Ekstra Bladet.

 

Abramovich dámar hugskotið og vísir stóran áhuga, og um ætlanin verður góðkend og verður fíggjað, vil sonurin, Patrik, fáa uppgávuna at seta eitt lið saman, sum skal ferðasst runt at savna 24 talentir og geva teimum tilboðið frá nýggjárinum at rokna.