Wozniacki vann á Williams

Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað í nátt donsku Caroline Wozniacki at vinna á amerikonsku tennisstjørnuni Serena Williams. Tað hendi í fjórðingsfinaluni í WTA-kappingini Sony Ericsson Open í Miami í USA.

 

Dysturin endaði 6-4, 6-4.

 

Tann 21 ára gamla Caroline Wozniacki og 30 ára gamla Serena Williams hava dystast tríggjar ferðir fyrr, og undan dystinum í nátt hevði Williams vunnið allar, seinast í fjør.

 

Í hálvfinaluni skal Caroline Wozniacki møta russisku Maria Sharapova, sum vann sína fjórðingsfinalu í gjár 6-3, 6-0 á Li Na úr Kina.